Andaligur Ávøkstur (3)

Jesus hevur kallað okkum at fara út og bera ávøkst, (Jóh. 15.16). Í somu samrøðu við lærisveinarnar, vísir Hann okkum, hvussu vit kunnu bera ávøkst. Hoyra Pola Jacobsen tala um ávøkstur í okkara lívi.

Í Jóh. evg. 15.5, 7 sigur Jesus við lærusveinar Sínar: 

Eg eri víntræið, tit eru greinarnar. Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst; tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera. Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað! Í tí verður Faðir Mín dýrmætur, at tit bera nógvan ávøkst og verða lærisveinar Mínir.

Jesus vísir okkum, hvørjar fyritreytirnar eru fyri ávøkstri í okkara lívi. Somuleiðis vísir Hann okkum, HVØR hevur ábyrgdina av, at hesar fyritreytir eru uppfyltar. Avbjóðingin verður givin okkum, um vit vilja hetta ella ei. Ofta er menniskjan av tí áskoðan, at tað, fult og heilt, er upp til Gud, um okkara bønarlív virkar ella ikki, men her sigur Jesus, at ein av fyritreytunum er, at orð Hansara verður í okkum. Men hvussu fáa Hansara orð at verða í okkum?

Nr. 1: Vit mugu uppsøkja Hansara orð

Í Jer. 15.16 sigur profeturin: "Eg fann orð Tíni, og eg át tey; orð Tíni vóru mær til frøi og hjarta mínum til gleði; tí eg eri kallaður við navni Tínum, HARRI Gud herskaranna!" Tað, at hann sigur “fann” bendir á, at hann leitaði eftir teimum. Hann uppsøkti orðið. Hvussu kunnu vit finna Guds orð í dag? Fyrst og fremst við at (1) HOYRA tað og (2) LESA tað og síðani at (3) GRANSKA tað.

Nr. 2: Vit mugu gera okkum til eitt við Hansara orð

Í Jer. 15.16 leggur hann afturat, at hann: "Eg fann orð Tíni, og eg át tey; ...” Hvat gjørdi Jeremias við Orðið? “át tey". Tað merkir, at hann gjørdi seg til eitt við orðini, sum hann fann. Týdningurin av hesum er, at orðið gjørdist ein partur av honum, varð sodnað og kemur út til alt menniskjað. Men hvussu eta vit Hansara orð? Og hvussu verður orðið verandi í okkum? Við at grunda yvir orðið, gera vit okkum til eitt við orðið. Jósv. 1.8: "Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd."

Nr. 3: Vit mugu gera brúk av Hansara orði

1. Sám. 17.49 sigur: "Og Dávid stakk hondina niður í taskuna, tók stein úr henni, slongdi hann og rakti Filistaran í pannuna; steinurin fór djúpt inn í pannu hansara, og hann datt fram eftir rommum til jarðar." Dávid tók úr taskuni tað, hann hevði brúk fyri, tá ið Goliat kom í móti honum. Tað, at Dávid hevði nakað at taka úr taskuni vísir, at hann hevði brúkt tíð til at fylla í taskuna. Hvussu er við okkum? Hvat hava vit í okkara andaligu taskum? Úrslitið avhongur av, um vit hava orðið í okkara andaligum taskum ella ikki. 

Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkumtá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!...

Dávid var fullkomiliga greiðir yvir, hvat var í taskuni. Veitst tú, hvat tú hevur? Tað er ORÐIÐ Í OKKUM, sum kann skapa úrslit í okkara lívi - bønarsvarið (v.7). Men um orðið íkki er í okkum, so hava vit einki at taka til, tá ið á stendur. Um vit ikki hava orðið í okkum, so hava vit ikki tað, sum gevur okkara bønum kraft.

Ein má ikki lesa Skriftirnar sum ein sakførari lesur eitt testamenti, bara fyri at vita, hvat ta∂ sigur. Men vit eiga at lesa tær vi∂ sama áhuga, sum ein arvingur lesur eitt testamenti. - John Newton