Gud hjálpir enn í dag

Hoyr David Dam Jacobsen úr Immanuel, tala um kvinnuna við blóðsótt og Jairus. Tvey menniskju, sum høvdu brúk fyri hjálp.

Í Mark. evg. 5.21-43 lesa vit um tvey menniskju, sum høvdu brúk fyri einum undri. Tað var ógvuliga átrokandi fyri tey, at koma til Jesus, tí tey trúðu at Hann kundi hjálpa teimum.

Gud, sum var mentur at gera undur tá, er enn mentur at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp. 

Tá kom ein sýnagogustjóri - Jairus æt hann; og táið hann sá Hann, fall hann niður fyri fótum Hansara. Hann bað Hann bønliga og segði: "Lítla dóttir mín liggur og stríðist; hevði Tú viljað komið og lagt hendurnar á hana, so hon kann verða hjálpin og liva!" - Mark. evg. 5.23