Ætlað til góð verk

Símun P. Jacobsen talar um Guds náði. Vit eru frelst av náði, og tað er ikki okkum at takka. Guðs orð lærir okkum, at náðin virkar í okkum til góðar gerningar.

Paulus sigur í brævinum til Titus, "fyri at hann kundi loysa okkum út úr øllum lógloysi og reinsa sær sjálvum eitt eigindómsfólk, áhugað til góðar gerningar".

So satt sum vit eru frelst, so leingjast vit eftir at síggja Guðs kraft virka í okkum og ímillum okkum, men hví tykist tað sum um at samkoman í dag er so kraftarleys?

Vit eru ætlað at ávirka heimin, men er tað kanska so, at heimurin ávirkar samkomuna í so nógv?

Vit hava brúk fyri at minna okkum á tað sama, sum Paulus minti Timoteus á í 2. Tim 1,6: "at birta upp at loga tað Guðs náðigávu , sum er í tær..."

Og vit mugu biða: Harri vek okkum upp av nýggjum.