Lyftini kunnu ei svíkja

Hvønn veg vendir tú tær, tá ið tú kemur í eina vónleysa støðu og alt skramblar saman rundanum teg?

Sálmur 121:1
Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma?

Vit uppliva øll onkuntíð at standa í eini keðiligari støðu, og koma nokk tey flestu at uppliva okkurt slag av lívskreppu. Tá kann vera ringt at vita, hvar mann skal venda sær eftir hjálp - hjálp verður bjóðað út nógvastaðni frá fyri mangt og hvat, men tað finst bara ein hjálp, sum ongantíð svíkir. 

Fyri umleið 15 árum síðani, kom mín familja í eina kreppu, og eg var útsligin, trumlaður niður - kendi tað sum var eg koyrdur yvir av einum traktori.
Og tá kom hettar til mín: at mín hjálp kemur frá Harranum, og hesin sangurin “lyftini kunnu ei svíkja, æviga standa tey føst..."
2 kor 1:20 Tí so mong sum lyfti Guds eru - í Honum hava tey ja sítt; tí fáa tey eisini í Honum amen sítt, Gudi til dýrd við okkum.

So mong sum tey eru…. og tey eru mong
vit hava lyftir um at Guð skal hjálpa okkum í øllum støðunum, sum vit kunnu koma útfyri í lívinum. og ikki bara tað, tað stendur at gud er mentur at gera Meir enn tað vit kunnu ímynda okkum at biða um.