Elskar tú Gud?

Í Jóh. evg. 21.1-19 lesa vit, hvussu Jesus kemur til lærusveinar Sínar, eftir at Hann er risin upp frá hinum deyðu. Um morgunin stendur Jesus á strondini, meðan teir eru úti og fiska. Teir kenna Hann ikki beinanvegin. Teir fáa einki, men Jesus biður teir royna einaferð enn, og tá fáa teir so mikið, at teir eru ikki mentir at draga tað upp. Tá kenna teir Jesus aftur, og Pætur leyp út í vatnið fyri at koma til Jesus.

Hetta vóru teir, sum høvdu svikið Jesus. Ein kundi hugsað sær, at nú kom Jesus aftur til hesi somu menniskjuni, sum høvdu avnoktað Hann fyri at geva teimum eina átalu ella at geva teimum av grovfílini. At minna teir á, hvussu teir svíktu, tá ið á stóð, og at teir ikki kundu brúkast, tí teir ikki høvdu dirivi til at standa upp fyri Honum, tá ið tað galt.

Teir høvdu allir svikið Jesus, og Pætur hevði opinlýst avnoktað Jesus tríggjar ferðir, og við eiði sagt, at hann ikki kendi Jesus. Vit síggja í v. 2-3, at teir ikki heilt vistu, hvat teir skuldu taka sær til og velja tí at fara út at fiska. Tað virkar sum um, teir eru mótleysir, málleysir og rastleysir.

Men hvat hevði Jesus áhuga í?

 

1-Jesus hevði áhuga í teirra samfelag

Í staðinfyri at seta lærusveinarnar upp á pláss, so hevði Jesus, Harri harranna og Kongur konganna, givið Sær stundir til at gera eina máltíð til teirra (v.9). Teir hildu helst, at teir burdu havt leitað eftir Honum, men Hann kom til teirra í staðinfyri. Jesus segði við teir: "Komið higar við fiski av tí, sum tit fingu nú!" (v. 10) og "Komið higar og fáið tykkum at eta!" (v. 12).

Áðrenn nakað annað, so ynskti Jesus samfelag við teir.

Hann kundi havt sagt nógv við teir, men í staðinfyri biður Hann teir koma at fáa sær at eta. Teir hildu helst, at teir burdu tænt Honum, men í staðinfyri tænir Hann teirmum.

 

2-Jesus hevði áhuga í teirra hjarta

Tá ið Jesus møtir Pæturi, so minnir Hann ikki Pætur um, at hann hevði avnoktað Seg tríggjar ferðir, men í staðinfyri spyr Hann Pætur tríggjar spurningar ella sama spurning tríggjar ferðir.

Jesus spyr ikki Pætur um hansara fortíð, men spyr hann um hansara hjarta.

Legg merki til, at Jesus spyr IKKI Pætur, um hann ANGRAR men um hann ELSKAR.

Tað kann hugsast, at Pætur hevði trupulleikar við at koma víðari, eftir at hann hevði svíkt Jesus á henda hátt. Um vit hanga í okkara feilum og synd, so verður trupult hjá okkum at koma víðari við Jesusi.

Jesus vil fyrst og fremst hava okkara kærleika.

 

3-Jesus hevur áhuga í teirra lívi

Jesus biður Pætur fylgja Sær, tá ið Hann sær, at Pætur ELSKAR Seg. Eftir at Jesus hevði biðið Pætur FYLGT Sær, verður Pætur órógvaður og fer at hugsa um, hvat og hvussu við hinum lærusveinunum. (V.20-22). Ofta gerast vit so upptikin av øðrum, at vit gloyma at fylgja Jesusi eftir.  

Jesus svarar ikki uppá spurningin frá Pæturi, men roynir at fáa Pætur at fokusera upp á tað mest týðandi fyri hann: FYLG TÚ Mær. At fylgja Jesusi byrjar í okkara hjarta.

Vit kunnu hava so nógv fokus á krossin, sum vit skulu taka upp, at vit gloyma at FYLGJA Honum.  

Jesus vil hava títt hjarta og kærleika framum títt offur.

 

Hin fyrsti kærleikin

Í Opinberingini. 2.1-5 stendur soleiðis: "Skriva til eingil samkomunnar í Efesus: "Hetta sigur Hann, sum heldur hinum sjey stjørnunum í høgru hond, Hann, sum gongur millum hinar sjey ljósastakarnar av gulli: Eg veit um verk tíni, arbeiði títt og tol títt, og at hini illu ikki verða told av tær. Tú hevur roynt teir, ið siga seg vera ápostlar og eru tað ikki, og tú hevur funnið teir vera lygnarar. Tú hevur tol og hevur havt nógv at bera fyri navns Míns skuld og ert ikki vorðin troytt. Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum. Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara - um tú vendir ikki við."

Eftir at hava barst nógvar andaligar bardagar, við øllum tí sum gekk fyri seg í Efesus, so høvdu tey latið tann fyrsta kærleikan gliðið sær av hondum. Tey høvdu tað sama orðalagið, undirvísingina, lovsangirnar o.s.fr. men kærleikin var ikki tann sami TIL JESUS.

Ofta finna menniskju seg sjálvan í eini støðu, har tey bara gera tað, sum hini gera - ella bara fara við streyminum - tí øll hini gera tað. Men HVØRJUM fylgir tú? ella HVAT fylgir tú? og HVÍ fylgir tú hesum?

Kærleikin til Jesus er kumpassin, sum heldur okkum á røttu kósini, tá ið vit vilja fylgja Honum eftir. Um vit ikki elska Jesus, verða ov nógv ting, hendingar og menniskju ein órógvan burtur frá Jesusi, og tá koma vit at fylgja øðrum enn Honum.