Varðveit hjarta títt

Hoyra Monrad H. Jacobsen tala um hvussu vit varðveita okkara hjarta. Bíblian sigur, at tað, sum er mest týðandi fyri okkum sum menniskju, er at varðveita okkara hjarta. Tí tað er úr hjartanum, at lívið gongur út.

Orð. 4.20-23:

Sonur mín! Gev orðum mínum gætur, legg oyrað til tað, ið eg sigi! Lat tað ikki fara tær úr eygsjón, varða tað djúpt í hjarta tínum! 22 Tí tað er øllum teimum lív, sum finna tað, og øllum likami teirra grøðing. Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!

Vit varðveita okkara hjarta við at:

1. Geva Orðið Guds gætur

2. Leggja oyra til Orð Guds

3. Ikki lata Orð Guds fara úr eygsjón

4. Varða Orð Guds djúpt í hjarta okkara