Lønin fyri rættvísi

Job var ein rættvísur maður og ein ríkur maður. Hann helt, sum var vanligt ímillum Jødarnar tá, at ríkidømið hjá sær kom, í ein mun, frá Guði, sum løn fyri sítt rættvísi.
Tá ið vanlukkan so rakar hann, følir hann at Guð er órættvísur ímóti sær, ella, í øllum førum, at tað onki batar menniskjanum at vera rættvíst - hann var jú gjørdur til spott millum fólk, sum vóru órættvísari enn hann.
Vinirnir hjá honum vilja ikki góðtaka at hann er "rættvísur og ólastandi”, sum hann sjálvur tekur til, men halda at hann MÁ hava syndað - annars hevði Guð vart hann frá vanlukkuni.

Veruleikin var tann, at Guð hevði onki við vanlukkuna at gera - Guð blandaði seg ikki uppí hjá Job, men væntaði av honum, at hann var verandi rættvísur, líkamikið hvat hendi.
Sjálvandi er tað ofta so, at tað gongur teimum væl, sum liva rætt, og teimum illa, sum gera ónt - hetta lærir Bíblian okkum. Men soleiðis er tað ikki altíð, og søgan um Job fortelur okkum, at vit ikki hava krav uppá tað. Job hevði ikki krav uppá ríkidømi, gleði ella heilsu afturfyri sítt rættvísi, og heldur ikki kundi hann krevja revsing yvir tey órættvísu. Men Guð kravdi at hann var ólastandi óansæð.
Tað kann virka órættvíst, at summi skulu líða neyð, onkuntíð alt lívið, sjálvt um tey liva rætt, men hetta er ein treyt, sum vit mugu liva við. Verðin er bara so - hon er fallin, og vit mugu liva við avleiðingunum av syndum, sum vit ikki hava gjørt, um tað virkar órættvíst ella ikki.

Prædikarin hevði hesa eygleiðingina:

Fáfongd er, sum á jørðini hendir: At rættvís eru, ið verða fyri tí, sum gudleys hava uppiborið, og at gudleys eru, ið verða fyri tí, sum rættvís hava uppiborið. Eg sigi: Hetta við er fáfongd. 8:14

Vit hava so nógv minni tamarhald á lívinum enn vit vilja halda. Onnur kunnu taka avgerðir, sum hava avleiðingar fyri okkum, og vit kunnu sjálvi ávirka onnur - uppiborið ella ikki. Vit kunnu royna at gera verðina betri við at gera væl, men vit hava onga trygd fyri, at vit fara at verða afturlönt við góðum, soleiðis sum Job helt.

Ístaðin hava vit eitt boð og eitt lyfti:
Vit kunnu og skulu altíð velja at gera rætt. Job valdi at vera rættvísur, sjálvt tá ið hann helt Guð vera órættvísan, sjálvt tá ið hann onki hevði at vinna við at vera rættvísur, og sjálvt um hann hevði góðar umskyldningar fyri at velja okkurt annað.

Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.
Tí Gud skal draga til dóms eitt og hvørt verk, táið Hann dømir alt tað, ið loynt er, tað veri nú gott ella ilt. 12:13-14