Hvar er trúgv tykkara?

Sama dag, sum Jesus grøddi kvinnuna við blóðsótt, og vakti dóttir Jairusar upp frá deyðum, hendi hetta, sum er sagt frá í Luk. 8.22-27

Ein dag fór Hann í bát við lærisveinum Sínum, og Hann segði við teir: "Latið okkum fara yvir um vatnið!" Teir løgdu tá avstað. Men meðan teir sigldu, sovnaði Hann. Stormur streyk nú oman yvir vatnið, báturin fyltist, og teir vóru í vanda. Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: "Meistari, meistari, vit ganga burtur!" Hann reistist og hótti vind og sjógvar, og teir løgdust, og blikalogn varð. Tá segði Hann við teir: "Hvar er trúgv tykkara!" Men teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: "Hvør er tó hesin, at Hann býður yvir bæði vindum og vatni, og tey eru Honum lýðin?" Teir hildu nú til lands, har sum Gadarenar búðu, beint yvir av Galilea. Táið Hann steig á land, møtti Honum maður úr býnum, sum í langar tíðir hevði verið settur av illum andum og ikki verið í klæðum og ikki havt tilhald í húsum, men í grøvunum.

Um ein lesur hesa hendingina í teimum trimum evangeliunum, har hon er nevnd, so kunnu vit síggja nøkur áhugaverd ting:

1-HVÍ HAVA TIT IKKI TRÚGV?

Í Mark. 4.40 stendur soleiðis: "So segði Hann við teir: "Hví eru tit so ræddir? Hví hava tit ikki trúgv?". Hetta vísir, at teir høvdu ikki trúgv og at Jesus undraðist yvir, HVÍ teir ikki høvdu trúgv. Teir burdu havt trúgv av øllum tí, sum Jesus hevði talað til teirra, og sum Hann hevði gjørt.

2-HVÍ ERU TIT RÆDDIR, TIT TRÚARVEIKU?

Í Matt. 8.26 stendur skrivað: "Hann segði við teir: "Hví eru tit ræddir, tit trúarveiku!" So reistist Hann og hótti vind og aldur, og blikalogn varð."

Hetta vísir, at teirra trúgv var veik og at Jesus undraðist yvir, HVÍ teir vóru so ræddir. Vit mugu hugsa um, at ótti ávirkar trúnna.

Trúgvin kann samanberast við likamligar vøddar. Um vit ikki brúka okkara vøddar, vilja teir minka og hvørva. Soleiðis er tað við trúnni eisini.

Um vit ikki brúka trúnna, so kemur hon at vikna, og til síðst er vandi fyri, at hon hvørvur.

Eg las herfyri um ein víðakendan professara við eitt universitet í New England, USA, sum byrjaði sína karrieru sum ein praktiserandi kristin. Trúgvin hevði ein sentralan leiklut í hansara lívi og arbeiði. Men sum tíðin fer, broytist hetta. Aftaná nøkur ár, játtaði hann seg sum agnostikara, ella enntá sum ateist. Ein, sum ikki trýr, at ein gud finst. Hann segði soleiðis um broytingina, sum var farin fram í hansara lívi, at hann ongantíð tilvitað hevði vent trúnni bakið. Tað var, sum hevði hann lagt trúnna í eina skuffu og seinni, tá ið hann fór at leita eftir henni, var hon ikki har.

Sjálvandi var hon ikki har. Hann hevði latið trúnna hvørva við ikki at nýta hana. Brúka trúnna, sum tú hevur, og hon veksur og styrknar. Tað er sagt um nøkur ljóðføri, at verða tey ikki brúkt, so viknar góðskan av tónleiki, sum kann skapast við teimum. Soleiðis eisini við trúnni. Lat vera at brúka hana, og hon viknar. Tað eru nógvir mátar at brúka og liva tína trúgv uppá, sum t.d. at elska onnur, fyrigeva teimum, sum gera ilt móti tær, liva heilagt og hjálpa øðrum. Men besti máti at styrkja tína trúgv er, tá ið tú mást gera nakað, sum bert kann gerast við trúgv.

3-HVAR ER TRÚGV TYKKARA?

Í Luk. 8.25 stendur: "Tá segði Hann við teir: "Hvar er trúgv tykkara!" Hetta kann lesast soleiðis, at teir høvdu trúgv, men Jesus spyr, HVAR hon er? Hetta vísir, at Jesus undraðist yvir, HVAR teirra trúgv er. Var trúgvin niðurgrivin (sum talentin í líknilsinum) og var tí ikki livandi? Ella var trúgvin upp á umstøðurnar sterkari enn á Jesus? Trúðu teir meira vindinum, aldunum og illveðrinum enn Jesusi?

Var teir trúgv grundað meiri á tað, teir sóu og føldu, enn á Jesus? Trúðu teir meiri upp á teirra erfaring enn uppá Jesus?

Hesin dagurin í lívinum hjá Jesusi, hevur nógv at læra okkum um trúgv og um ótta. Vit síggja Jesus tosa um trúgv við tríggjar ymiskar bólkar av menniskjum:

1-Lærusveinarnir vórðu mintir á, at teir manglaðu trúgv ella høvdu veika trúgv

2-Kvinnan við blóðsótt, varð mint á, at trúgv hennara hevði grøtt hana

3-Jairus var mintur á, at halda fast við trúnna, sum hann hevði og ikki lata ótta steðga henni

Allir hesir lærdómarnir komu í desperatum støðum.  

Vantrúgv setur umstøðurnar millum okkum og Gud, meðan trúgv setir Gud í millum okkum og umstøðurnar – F.B.Meyer.