Gud og menniskjan (2)

Í øðrum parti av røðini "Gud og menniskjan", skrivar John Sigurd Hammer um Gud sum skaparan.

Í Sálmi 8, verður Dávid bergtikin av, at Gud, sum hevur skapt allar stjørnurnar á himli, ið eru fleiri, enn vit kunnu telja, leggur so væl merki til okkum. Við øllum tí vísindi, ið vit hava til reiðar í dag, so kunnu vit hyggja enn nærri uppá Guds skaparaverk, enn Dávid kundi. Hvussu mikið meiri eiga vit tá ikki at seta prís upp á Guds stórleika í dag? Latið okkum gera eina roynd í at visualisera Guds skapanarverk.

Ímynda tær, hvussu stórur allur heimurin er. Úr Føroyum, til alt Evropa, og til allar teir sjey heimspartarnar. Jørðin hevur eitt ummál upp á umleið 40.075km. Tad er nú rættuliga stórt, sæð í tí høpinum. Men tað steðgar ikki har. Jørðin er bert 1 út av 8 (9, um tú telur Pluto við) ymiskum planetum í okkara sólarskipan. Og  sólarskipanin hjá okkum er bert ein út av fleiri hundraðtals milliardum stjørnum í okkara galaxu. Nærmasta stjørna, Alpha Centauri, liggur so langt burtur, at máta tað í km gevur lítla meining, so vísindamenn brúka ljósár til at máta tað. Eitt ljósár er tíðin, ljósið brúkar at ferðast í eitt ár. Ljós ferðast við 300.000 km/s. T.v.s at Alpha Centauri liggur 300.000x60x60x24x365x4.3 = 40.681.440.000.000 km burtur. Tað er nærmasta stjørna. Mjólkavegurin, sum er okkara galaxa, hevur ein diametur upp á umleid 100.000 ljósár. Men tó, so steðgar tað ikki har. Hetta er bert ein galaxa út av umleid 200.000.000.000 – 2.000.000.000.000 galaxum í universinum, sum vit vita um. Tað kenda universið hevur ein diametur upp á umleið 92.000.000.000 ljósár.

Latið okkum hyggja at Esaias 45:12:

... hendur Mínar eru tað, ið hava tant út himmalin, og allan her hansara havi Eg kallað fram.

Orðið “tant” merkir at strekkja. So Gud sigur í roynd og veru her, at Hann hevur strekt alt universið út, við sínum hondum. Eg veit ikki, hvussu er við tær, men eg havi í øllum førum brúk fyri einari stillari løtu fyri at lata hatta sodna. Sambært vísindamonnum, so byrjaði universið í einum nullpunkti, og so víðkaðist tað frá einum enda yvir í hin; Gud hevur tant út himmalin og kallað allan her hansara fram. Hetta er tann livandi Gud, byrjanin og endin, Alfa og Omega, tann Fyrsti og tann Síðsti, og í Honum, verður alt standandi (Kol 1: 15-17). Tá Móses spurdi Gud, hvør Hann er, so svarar Gud “Eg Eri” (2.Mós 3:14). Har kann ikki setast eitt tal á, hvussu stórur Gud er, Hann er bara. Hann kann ikki mátast ella vigast upp á nakran máta. Hann er almáttugur, vísdómur Hansara er órannsakiligur, og ár Hansara hava ongan enda.

Hesin sami Gud, hevur givið okkum atgongd til sítt Ord, sín vísdóm, og Hann hevur bjóðað okkum at koma og ganga í einum persónligum samfelagi við Hann. Men har er meir enn. Akkurát líka stórur og almáttugur sum Gud er, so er Hann eisini ríkur í kærleika. Upp á sama máta, sum tað ikki kann setast eitt tal á, hvussu stórur Gud er, so kann tað heldur ikki setast eitt tal á Hansara kærleika, tí 1. Jóh 4: 8 vísur, at Gud er kærleiki. Í part 3, komi eg at greiða nærri frá, hvat hetta inniber.