Eitt orð frá Gudi

Eitt orð frá Gudi kann broyta títt lív. Hoyr Ólavur Jacobsen tala um hvussu eitt orð frá Gudi kann seta teg í frælsi, og broyta títt lív.

Í Matt. 8.5-13 lesa vit um høvuðsmannin, sum kom til Jesus tí drongur hansara lá lamin heima við hús, í svárari pínu. Jesus sigur við hann, at Hann skuldu koma á grøða hann. Legg so merki til, at høvuðsmaðurin sigur:

Høvuðsmaðurin svaraði: "Harri! Eg eri ikki verdur, at Tú skalt koma undir tak mítt! Nei; sig bert orð, so verður drongur mín frískur!

Víðari stendur í Matt. 8: “Eg eri jú sjálvur maður, ið standi undir øðrum, og eg havi uppaftur hermenn undir mær; sigi eg nú við ein: "Far!" so fer hann, og við annan: "Kom!" so kemur hann, og við tænara mín: "Ger hetta!" so ger hann tað." Táið Jesus hoyrdi hetta, undraðist Hann og segði við tey, sum fylgdu Honum: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg havi ikki funnið so stóra trúgv - nei, ikki í Ísrael heldur! Men Eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir og sita til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi í ríki Himmiríkis. Men børn ríkisins skulu verða koyrd út í myrkrið uttanfyri; har skal vera grátur og tannagrísl." So segði Jesus við høvuðsmannin: "Far! Tær verði, sum tú trúði!" Og drongurin varð frískur í somu stund.”

Høvuðsmaður sigur við Jesus: “sig bert ORÐ, so verður drongur mín frískur!” Eitt orð frá Jesusi var nóg mikið fyri høvuðsmannin. Hann skilti myndugleikan í einum orðið frá Jesusi.

Sálm. 107.19-20 sigur:

Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra, sendi orð Sítt og grøddi tey og frelsti tey frá grøvini.

Eitt orð frá Gudi hevur kraft til at seta teg í frælsi frá øllum tí, sum bindur og plágar teg. Lat okkum, eins og høvuðsmaðurim, fara til Jesus, fyri at fáa eitt orð frá Honum.