
Vit tæna menniskjum.
Vit eru ein karismatisk frísamkoma, sum varð stovnað í 1990’unum av 17 fólkum. Vit halda til í Saltangará men tæna menniskjum úr øllum Føroyum.
Tíðindi og talur.

Guds lyfti halda
John Abrio talar um, at Gud er óbroytandi og heldur alt tað, sum Hann hevur lovað. Hann deilir eisini sín vitnisburð ta…

Hvussu liva vit?
Poli Jacobsen talar út frá 1. Tessalonika brævi kap. 1. um hvussu tey trúgvandi í Tessalonika eru eitt fyridømi fyri øl…

Hvør er Jesus fyri teg?
Símin P Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hett…

Í staðin
Ólavur Jacobsen talar um hvat Gud ynskir at gera fyri teg. Í fleiri støðum í Skriftini síggja vit, at Gud ynskir at geva okkum …

Vit eru Guds vitnir
(Talan er á enskum, men týdd til føroyskt) Godwin Sunder talar um at vit øll hava eina søgu at siga frá, ella ein [&…

Gud er faðir okkara
Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G…

Hví gera vit tað, vit gera?
Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk…

Dýri Biðdagur Bøn
Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr…

Ansa eftir tí, tú sigur
Okkara orð hava týdning. Tað, sum vit siga hevur stóra ávirkan á okkara umstøður. Vit eiga at geva okkum fa…
Skráin.
Versið hesa vikuna.
Send bønarevni inn.
Kennir tú Jesus?
Tann mest týðandi spurningurin fyri eitt menniskja er, um tað kennir Jesus, tí uttan Jesus er eingin frelsa. Áps. 4.12 sigur: “og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.”
Um tú ynskir at fáa lut í tí lívi, sum Gud hevur at geva, so mást tú taka støðu til Jesus Kristus. Hann ynskir samfelag við teg og ynskir at geva tær ævigt lív.
“Jesus svaraði honum: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.” (Jóh. 14.6).
Eingin kemur til Gud uttan ígjøgnum Jesus, so um tú ynskir at koma til Gud, so mást tú taka støðu til Jesus.